KÍ manglar fýra mál til at skora mest eitt kappingarár í søgu felagsins.
KÍ hevur skorað 69 mál fyrstu 18 umførini. Metið hjá felagnum er 72 mál sum kom í 2020. Tað er tí ikki ósannlíkt, at metið kann blíva tikið móti TB í dag.
Metið í føroyskum fótbólti fyri skorað mál eigur HB frá 2020, tá liðið skoraði 81 mál.


