Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ kann vinna 12. sigurin á rað móti ÍF

Jákup Ósá

KÍ hevur havt sera gott tak á ÍF síðstu árini.

Á sumri í 2016 vann ÍF óvæntað í Klaksvík móti táverandi oddaliðnum. Men síðani hevur KÍ gjørt slætt borð móti ÍF og við dystum í kappingini um løgmanssteypið hevur KÍ vunnið 11 sigrar á rað móti ÍF. ÍF er tað liðið í deildini, sum KÍ hevur longst sigursrøð ímóti í løtuni.

Undan dystinum sunnudagin liggur KÍ á odda í Betri Deildini við fullum stigatali, meðan ÍF liggur á 5. plássi, átta stig aftanfyri KÍ.