Gundadalur verður sunnudagin karmur um ein lagnudyst í orðsins sanna týdningi, tá ið javnaldrarnir enn einaferð bresta saman.
Fótbóltstosið er ikki heilt so lívligt longur – heldur eru tenninar samanbitnar, tí blá-hvíta fólkið vil ikki geva seg yvir í tí harða og drúgva bardaganum um yvirliving.
Hetta hevur verið ein sannur maratondystur hjá KÍ, men eyðkent hevur verið fyri teir, at teir ongantíð hava viljað givið upp, hóast tað mangan hevur sæð sera svart út.
Og nú sær tað truplari út enn nakrantíð, tí bert tveir dystir eru eftir at spæla, og trý stig eru upp til B36 og niðurflytingarstrikuna.
Tað er sjálvandi alt annað enn lætt, MEN … vinnur KÍ á HB sunnudagin, so kann framvegis alt henda…
Bláa Bylgjan mannar seg eisini til dystin og skipar fyri flutningi, so eisini kring vøllin verður øll orka løgd í at stuðla KÍ.
KOYR Á KÍ




