Eg vænti, at dysturin fer at líkjast finaluni í Klaksvíkskappingini, sigur HB venjarin Heðin Askham.
Tað verður ein strævin dystur hjáokkum sunnudagin, sigur HB venjarin Heðin Askham.
Misjøvn avrik higartil
HB hevur spælt tveir javnleikirhigartil í Effodeildini. Á heimavølli spældi liðið 2-2 javnleikmóti AB og á útivølli 1-1 javnleik móti ÍF.
– AB dysturin var ein katastrofa fyri okkara viðkomandi. Men egvar væl nøgdur við ÍF dystin, sum vit skuldu havt vunnið viðfleiri málum. Vit hava bóltin í málinum tvær ferðir og áupptøkunum dugi eg ikki at síggja, hví málini blivu kolldømt. Íeina førinum letur Bartal Eliasen seg detta, tí hann røkkur ikkibóltinum og í hinum brotinum er Levi Hanssen ikki rangstaddur. Meneg var væl nøgdur við innsats og spæl. Vit eru tíðliga áárinum, so sjálvandi er ymiskt, sum kann gerast betri, sigur HeðinAskham.
KÍ fer at bíða
Tá vit koma inná dystin sunnudaginmillum arvafíggindarnar KÍ og HB, so væntar Heðin ein strævnandyst, sum kemur at líkjast finaluni í Klaksvíkskappingini.
– KÍ kemur at liggja djúpt og bíðaeftir okkum. eg vænti, at vit koma at mynda dystin, tí eg vænti, at dysturinverður líkur finaluni í Klaksvíkskappingini. KÍ liðið ersterkt uppá deyðbóltar, so vit mugu vera sera fokuseraðir, sohetta verður ein strævin uppgáva. Vit høvdu ætlað okkum fleirienn 2 stig fyrstu tvey umførini, so sjálvandi ynskja vit at fáa 3stig nú, sigur Heðin Askham, sum hevur allar mans tøkar uttanSímun Samuelsen. Eisini Fróði Benjaminsen verður heima til dystin sunnudagin.
Kappingin verður javnari
Heðin Askham heldur annars, at teybæði fyrstu umførini, har 7 av 10 dystum eru endaðir viðjavnleiki, vísa, at kappingin kemur at vera javnari enn vanligt.
– Um ikki Víkingur leypur avstað, soverður kappingin tøtt. Liðini í miðjuni eru blivin sterkari ogtoppliðini kanska eitt vet veikari. Víkingur stendur seg væl mótiHB, B36 og NSÍ. Men eins og KÍ, so spæla teir uppáumstillingsfeilir hjá hinum liðunum. Og tá kundi eg ímynda mær,at teir fáa trupulleikar av veikaru liðunum. Tað verður í øllumførum ein avbjóðing. Annars kann tað henda, at tvey lið íbotninum vera ”hektað” av, men annars verður kappingin jøvn.Dystirnir í ár tykjast vera strævnari at spæla enn onnur ár, sigurHeðin Askham.
Les annað KÍ-HB tilfar:
– Vinnur KÍ er alt á gosið í Klaksvík sunnudagin




