Mathias Tauber, er 20 ára gamal, og verður í Klaksvík tann 2. juli.
Petur Simonsen, frá SP/F KÍ-Fyriskipan, sum umsitur 1.deild hjá KÍ, váttar fyri Norðlýsinum at KÍ hevur gjørt avtalu við 20 ára gamla miðvallaran/verjuleikaran úr danska 1.deildarfelagnum Ølstykke.
– Vit eru vornir samdir um samstarv og hóast seinastu formalitetirnir ikki eru avgreiddir so kann eg vátta at hann verður í Klaksvík 2. juli.
– Meiningin var at fáa hann beinanvegin, men av tí at hann er partur av hópinum var danska felagið ikki sinnað til at lata hann fara áðrenn kontraktin gekk út.
Á heimasíðuni hjá Ølstykke kann ein m.a. lesa at Mathias Tauber er 183 cm høgur, vigar 75 kg, heldur við AC Milan og hevur føðingardag sama dag sum KÍ, nevnuliga 24. august og at hann sostatt er 80 ár yngri enn KÍ.




