Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ kvinnur nærkast FM

Jákup Ósá

Nú seks dystir eru eftir liggja KÍ kvinnurnar væl fyri í kappingini um at vinna enn eitt føroyameistaraheitið.

Í kvøld vunnu KÍ kvinnurnar tryggan 4-0 sigur í Tórshavn móti B36. Rannvá B. Andreasen, Evy á Lakjuni og Hervør Olsen skoraðu hvør sítt mál, meðan eitt var sjálvmál.

KÍ liggur á 2. plássi, men hevur ein dyst tveir dystir færri enn EB/Streymur/Skála, sum liggur 3 stig frammanfyri. Vinnur KÍ allar sínar dystir fram til tann seinasta, sum er móti EB/Streymi/Skála, so hava KÍ kvinnurnar tryggjað sær FM áðrenn seinasta umfar, tað 17. á rað. Men millum dystirnar sum eru eftir er m.a. ein trupul útidystur móti HB, sum er eitt lið, sum KÍ hvørjaferð hevur vunnið við einum máli ímóti.