Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ kvinnurnar annað beinið í finaluni

Ítróttur

 KÍ kvinnurnar vunnu heili 4-0 í hálvfinaluni við Margáir í kvøld móti EBS/Skála.

Tað var annars væntandi, at hetta fór at gerast ein trupul dystur, tí EBS/Skála hevur eitt sterkt lið í ár. Men KÍ kvinnurnar vildu tað øðrvísi. Longu i hálvleikinum var støðan 3-0 til KÍ. Í seinna hálvleiki skoraði KÍ eitt mál afturat til endaligu støðuna 4-0. Málini skutu Eyðvør Klakstein (2), Sofía Purkhús og Rannvá B. Andreasen.