Fremsta kvinnuliðið hjá KÍ er í Skotlandi til Europa Cup og fara á vøllin ídag kl. 14.30 at leika fyrsta dystin ímóti Juvisy úr Fraklandi.
Roknað verður við, at tað er ein sterkur bólkur, sum okkara kvinnur eru komnar í. Ídag skulu tær møta Juvisy úr Fraklandi, hinir dystirnir verða ímóti Hibernian LFC úr Skotlandi og síðani RCD Espanyol SAD úr Spania.
Tá vit vórðu í samband við føroyska hópin í Edinbourgh fyri løtu síðani søgdu tey, at tað var lýtt, men ikki ov heitt, og at øll vóru framkomin í øllum góðum og høvdu tað gott.




