Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ kvinnurnar farnar í gullklæðini og á 15 ára fest

Oliver Joensen

Tað var hugmyndin eg havi av teimum aftaná dystin við Margáir ídag.

Fyrst skal sigast, at kvinnurnar hjá EB/Streymi spældu ein frálíkan dyst ídag, tær vóru skjótar á bóltinum, vunnu næstan hvørt einasta útspark frá málmonnunum, um tað so var frá teirra egna ella okkara. Vunnu tær ikki fyrsta bóltin, so vunnu tær í hvussu so er tann næsta.

Til tíðir sýntust okkara kvinnur bert at vera keylur á vøllinum, sum EB/ Streymur kvinnurnar spældu rundanum.

5-0 bleiv tað til, til EB/Streym. Sigast skal, at tað var so rudduliga uppiborið, tí okkara kvinnur vóru simpulthen farnar í ball. Tað hjálpti lítið at Alexandur royndi at gera nakrar útskiftingar, tað segði tað sama, EB/Streyma kvinnurnar vundu úr okkum, so mær tókti so hjartaliga synd í mær sjálvum at skula vera vitni til dystin

Men, sjálvandi koma vit aftur. Í okkara hugaheimið er hetta kappingarárið farið og tað hava vit vunnið við maner og eftir er í veruleikan bara komandi vikuskiftið, tá vit fara at feira at ongin hevur skalað okkara unikku kvinnum í heili 15 ár.

Nú siga vit : ”!5 ár á rað, hvør megnar tað!!!”

Takk fyri enn eitt ótrúligt kappingarár.

Norðlýsið