Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ kvinnurnar fingið nýggjan høvuðsvenjara

Jákup Ósá

Avtala er gjørd við venjara við venjararoyndum úr Effodeildini.

Avtala er gjørd við venjara við venjararoyndum úr Effodeildini.

Norðlýsið skrivaði fyri eini tíðsíðani, at KÍ kvinnurnar vóru í samráðingum við ein venjarafyri kappingarárið 2016. Les meir um tað her. Og nú eru tær samráðingarnar komnar ámál, tí avtala er nú gjørd við serbiska Aleksandar Jovevic. 37ára gamli Jovevic var í fjør venjari hjá besta mansliðnum hjáÍF og frammanundan hevur hann vant onnur lið hjá fuglfirðingum.Sum leikari hevur hann spælt 173 dystir í bestu deildini í Føroyumsíðani 2003, tá hann kom til Skála. Eisini hevur hann spælt viðNSÍ og TB.

Heri Ellingsgaard er ábyrgdarpersónurhjá KÍ kvinnunum og hann fegnast um, at kvinnurnar nú aftur fáein høvuðsvenjara.

– Vit ynsktu ein venjara, sum hevurroyndir á hægsta stigi bæði sum leikari og venjari. Og harafturatein, sum dugur væl at arbeiða við ungum leikarum. Tí halda vit,at Aleksandar Jovevic passar væl til okkara konsept, sigur HeriEllingsgaard við Norðlýsið.

Kappingin hjá kvinnunum byrjar 20. mars, tá KÍ spælir á heimavølli móti HB.