Hóast fremsta kvinnuliðið hjá KÍ í fótbólti er illa plagað av skaðum fyri tíðina, var KÍ liðið klárt betra liðið á Argjum í gjár.
Yvaleyst høvdu KÍ kvinnurnar sett nøsina upp eftir einum sigri á Argjum, men so skuldi ikki vera.
Fitt av vindi var beint eftir vøllinum tá byrjað var, og KÍ hevði undanvind í fyrra hálvleiki.
KÍ legði beinanvegin eitt ógvusligt trýst á AB, men ikki fyrr enn tá umleið hálvur tími var leiktur, eydnaðist tað Rannvu Andreassen at seta bóltin í netið til 1-0. Aftaná tað hevði KÍ fleiri vandamikil álop, men tey góvu einki.
Í seinna hálvleiki byrjaði KÍ væl, hóast tær nú spældu ímóti vindinum, men sum hálvleikurin leið, legði Ab alt størri trýst á KÌ kvinnurnar, og tá umleið 70 minuttir vóru leiktir, eydnaðist tað AB at javna. 1-1 gjørdist eisini endaliga úrslitið. Ab er sostatt framvegis oddalið í fremstu kvinnudeildini.




