Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ kvinnurnar fingu javnleik og kundu tapt

Oliver Joensen

KÍ kvinnurnar mistu stig á heimavølli í dag og tað hendir ikki ofta. Hinvegin var tað eisini KÍ, sum kundi vera glaðast fyri…

KÍ kvinnurnar mistu stig á heimavølli í dag og tað hendir ikki ofta. Hinvegin var tað eisini KÍ, sum kundi vera glaðast fyri, at tað endaði við javnleiki, tí EBS/Skála brendi eitt brotsspark, sum Sigrun Kalsoy Kristiansen skeyt uppum. Endaliga úrslitið var javnleikur 0-0.

KÍ er einsamalt á odda eftir 4 umfør við 10 stigum. Beint aftanfyri við 7 stigum eru EBS/Skála og HB, sum møtast næsta umfar.