Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ kvinnurnar framvegis fremst

Oliver Joensen

 Í einum til tíðir væl spældum kvinnufótbóltsdysti á Djúpumýru í dag, ímillum EBstreym/Skala og KÍ, endaði dysturin við javnleiki 1-1.

Tað var EBstreymur/Skala, ið legði seg á odda, men KÍ kvinnurnar komu aftur við máli frá Rannvá Andreassen. Sigast má um dystin at tað var KÍ, ið hevði størsta møguleikan at leggja seg á odda.

KÍ kvinnurnar eru nú framvegis á odda í landskappingini við einum betri málmuni enn EBstreymur/Skala. Liðini bæði eru nevniliga jøvn í stigum.

Við dystarbyrjan fekk Rannvá Andreassen blómur frá Hera Ellingsgaard fyri KÍ, tí hon hevur skora 500 mál fyri felagið í kappingum. Eisini fekk hon eina blusu frá KÍ kvinnunum við talinum 500 á.

Rannvá hevur tó skora nógv fleiri enn 500 mál, í fleiri feløg hava meldað seg úr kappingini ígjøgnum árini, og tey málini hon hevur skora í dystum við tey liðini fella burtur.