Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

KÍ kvinnurnar fult stigatal

Jákup Ósá – Myndir: Oliver Joensen

KÍ kvinnurnar spældu ársins fyrsta heimadyst í dag. B68 vitjaði og KÍ vann 3-0. Sanna Jacobsen legði KÍ á odda, áðrenn Rannvá B. Andreasen stutt fyri hálvleik økti til 2-0. Um miðjan seinna hálvleik økti Rannvá til 3-0, sum var endaliga úrslitið. 

 

Sostatt hevur KÍ fult stigatal fyri tey bæði fyrstu umførini. Tað hava EB/Streymur/Skála og HB eisini. Hetta eru tey trý liðini, sum eisini væntast at fara at mynda toppin.