Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ kvinnurnar heiðraðar í kvøld

Jákup Ósá

KÍ kvinnurnar vera heiðraðar i Badmintonhøllini í kvøld eftir dystin hjá Team Klaksvík.

KÍ kvinnurnar vera heiðraðar i Badmintonhøllini í kvøld eftir dystin hjá Team Klaksvík.

Úr Fuglafirði frætta vit, at sannur meistarastemningur er og tað er ikki ikki so løgið, tá eitt lið vinnur søguligt FM, sum er tað 14. á rað í bestu kvinnudeildini.

Team Klaksvík og Neistin møtast í Badmintonhøllini kl. 18.00 og eftir tann dystin – umleið kl. 19.30 – vera KÍ kvinnurnar heiðraðar í somu høll.

Øll eru vælkomin og vónandi síggja vit nógv viðhaldsfólk og onnur, siga fyrireikararnir.