Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ kvinnurnar hita upp til dystin ímóti Barcelona

Oliver Joensen

Um eina løtu, ella kl. 14.00 bríkslar dómarin dystin ímillum KÍ kvinnurnar og besta kvinnuliðið hjá Espanyol RCD De Barcelona ígongd.

Hetta verður helst tyngsti dysturin hjá okkara kvinnum í Edinbourgh. Tær hava leikt ímóti Frankaríki og har taptu tær 6-0, ímóti Hibernian úr Skotlandi taptu tær tepurt 2-1 og nú skulu tær hitta sterkasta liðið, sum vann sín dyst ímóti Fraklandi, so tað verður ongin løtt uppgáva.
Vit frætta úr Edinbourgh at liðuppstillingin verður tann sama sum til undanfarnu dystirnar í Europa Cup í Skotlandi. Allir leikararnir eru tøkir, men sagt verður, at møðin frá undanfarnu dystunum situr enn í beinunum. Veðrið er av tí besta nú stundar til dystarbyrjan. Aftan dystin verður farið beinleiðis til Aberdeen og í flogfarið hjá Atlantic Airways, hetta er ein koyritúrur uppá einar tríggjar til fýra tímar og roknað verður við at flogfarið við okkara kvinnum lendir í Vágunum kl. 21.30.
Norðlýsið fer at fylgja dystinum ídag her á heimasíðuni.