Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ-kvinnurnar í Evropa-kapping: Kí – Valur 5 – 0

Norðlýsið ÍTROTTUR

Klokkan 14:45 leygardagin byrjaði dysturin millum KÍ-kvinnurnar og Valur úr Reykjavík, sum verða mettar at vera favorittar at vinna kappingina.

KÍ hevur verið undir stórun trýsti meginpartin av fyrra hálvleiki, men tær hava staðið væl í verjuni, og tað hevur forðað fyri fleiri málmøguleikum til Valur, samstundis sum Randi Wardum hevur staðið væl í málinum.

KÍ megnaði at halda javnleik 0-0, til áleið 7 minuttir restaðu av fyrra hálvleiki. Tá legði Valur seg á odda 1-0.

Sum væntandi var, spælir KÍ rættiliga verjukent, sum helst er skilagott, havandi í huga, at íslendska liðið helst er tað sterkasta í hesi kappingini.

KÍ-kvinnurnar hava ikki havt tey nógvu álopini. Kanska eini 2-3 skot íalt á íslendska málið í fyrra hálvleiki.

Beint nú fratta vit at 10 min. eru farnir av seinna hálvleiki og Valur hevur fingið 2 mál avtrat eitt við brotsspark, so støðan er nú 3 – 0 til Valur.

20 min farnir av seinna havleiki 5 – 0 til Valur