Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ kvinnurnar í finaluni

Oliver Joensen

Dysturin í Gundadali í kvøld endaði við einum 3-2 sigri til KÍ, sum sostatt samanlagt vann finaludystirnar báðar við einum tryggum 7-2 sigri samanlagt.

Kí kvinnurnar tóku sær av løttum í seinna hálvleiki, og hetta gjørdi, at tær vórðu trystar aftur á vøllin stóran part av hálvleikinum. Men B36 kvinnurnar megnaðu tó bert at skora eitt mál í seinna hálvleiki og sostatt komu tær ikki í finaluna.


B36 kvinnurnar hava minka um munin

Nú umleið 70 minuttir eru leiktir av dystinum, hevur B36 minka um munin til støðuna 2-3 til KÍ kvinnurnar.
B36 kvinnurnar eru komnar betur frá byrjanini í seinna hálvleiki. Tær hava minka um munin til 3-2 og hava trýst KÍ kvinnurnar nakað aftur á vøllin.
Vivian Bjartalíð er farin út og fyri hana er Aina Kalsø komin inn.

Hálvleikur -Tað gongur strúkandi hjá KÍ kvinnunum

Eftir at dómarin dømdi brotsspark til KÍ kvinnurnar, setti Rannvá Andreassen bóltin í netið til hálvleikstøðuna 3-1 til KÍ kvinnurnar.
Nú farið er undir seinna hálvleik, er mótbrekkan ógvuliga tung, um so er at B36 skal gera sær vónir um at koma í finaluna.
Eitt púra óneyðugt óreglusemi, sum málmaðurin hjá B36 gjørdi ímóti Sigrid Jakobsen, gjørdi at Rannvá Andreassen kundi leggja KÍ framum 3-1. Havandi í huga at B36 kvinnurnar taptu fyrra semifinaludystin við 4-0 í Klaksvík, so má sigast at KÍ hevur meira enn annað beinið í finaluni nú seinastu 45 minuttirnir skulu leikast.

1-2 í Gundadali ímillum B36 og KÍ kvinnur

Umleið hálvur tími er leiktur av seinna finaludystinum, sum verður leiktur í Havn í løtuni og KÍ hevur lagt seg framum 1-2.
Eftir leikgongdini, so er KÍ liðið eina tonn betri enn B36, og hevur havt yvirvág í spæli, tað var eisini KÍ sum kom best frá byrjan, tá Elsa Maria í 7 minutti setti bóltin í netið til 1-0. Tá uml. 15 minuttir vóru leiktir javnaði B36, men í 30. minutti legði Sigrid Jacobsen KÍ framum 1-2.

Kl. 08.10 KÍ kvinnurnar í Gundadali
Seinni hálvfinaludysturin ímillum B36 kvinnur og KÍ kvinnur byrjaði kl. 20.00. Útgangsstøði hjá KÍ kvinnunum er ein 4-0 sigur í Klaksvík.
Tað skal gangast illa um KÍ kvinnurnar ikki aftur í ár enda í finaluni, tí tær vunnu fyrra hálvfinaludystin í Klaksvík við heili fýra málum ímóti ongum. Vit fara at royna at frætta frá dystinum sum frálíður.

Harleywoodpaint