Kvinnurnar taptu sín fyrsta landskappingardyst síðan grundspælið í 2002.
Hetta hendi tá kvinnurnar leiktu sín seinasta dyst í kappingarárinum ímóti AB á Argjum.
Aftaná dystin fingu KÍ-kvinnurnar steypið og gullheiðursmerkini um hálsin.
AB-kvinnurnar fingu bronsumerkini.
Tað var KÍ sum byrjaði dystin betur, og AB var sjálvdan at síggja á KÍ hálvini. Tað vóru eisini KÍ-kvinnurnar, sum fingu fyrsta málið tá Kristina sleppur leys av verjuni, og spælir yvir til eina fría Malenu, so skorar trygt til 1-0.
Hendan støðan helt sær í seks minuttir, tá AB javnar. Ein bóltur verður sendur fram í millum verjuna, og linjuverjin veitrar fyri rangstøðu, men velur at takað flaggið niðuraftur, og Elin Kathrina sleppur at renna frá verjuni hjá KÍ, sum var steðga upp. Ein løgin avgerð hjá linjuverjanum.
KÍ-kvinnurnar blivu eitt sindur uppøstar av hesum og hetta gekk eisini útyvir spælið, sum als ikki hevði verið serliga gott. AB kvinnurnar kempaðu sera væl og dugdu væl at koma í millum.
At KÍ-kvinnurnar longu vóru meistarar, og at hetta var seinasti dystur sást tíðuligt í teirra spæli, tí ikki ein leikari á liðnum kann vera nøgdur við sítt spæl, og ikki ein aluvering lá sum hon skuldi. AB-kvinnurnar útnyttaðu hesa støðuna, og løgdu seg á odda beint fyri hálvleik, tá verjan ikki fær rudda burtur, og Elin Kathrina kann skorað sítt næsta mál í dystinum.
Hevði fyri hálvleikur verið vánaligur frá KÍ, so var seinni enn verri. Lítil stríðsvilji var at síggja. Men tað eydnast tó at javna, tá Vivian í 60. min. verður send avstað í vinstru síðu, og hon ger ikki mætari enn at renna allar av, og skorar frá spískum til 2-2.
KÍ-kvinnurnar royndu at fáa at spælið at rigga, men tað gekk ikki. Tær høvdu tó onkrar gyltar møguleikar at leggja seg á odda, men fingu ikki mál. AB spældi meira við longum bóltum, og tað var eisini aftaná ein slíkan, at tær fáa sigursmálið, ein misskiljing er í verjuni, og Mona Breckmann kemur í millum og ger tað til 3-2.
KÍ-kvinnurnar royna at svara aftur, men tað eydnast ikki, og fyrsta tapið í landskappingini síðan 2002 var veruleiki.
Aftaná dystin fingu KÍ-kvinnurnar steypið og gullheiðursmerkini um hálsin. AB-kvinnurnar fingu bronsumerkini.
KÍ-kvinnurnar takkað øllum fyri eitt gott kappingarár.
AB – KÍ 3 – 2 (2 – 1)
0 – 1 Malene Josephsen, 27. min.
1 – 1 Elin Kathrina Haraldsen, 33. min.
1 – 2 Elin Kathrina Haraldsen, 45. min.
2 – 2 Vivian Bjartalíð, 60. min.
3 – 2 Mona Breckmann, 72. min.
AB – Simona, Rudi, Hellen, Valgerð, Asta, Elin Kathrina, Mona, Elin, Vilhlmina, Rannvá, Kristina
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Rakul, Lisa, Durita
Venjarar: Malan Mohr, Lennard Pedersen
KÍ – Randi – Paula S., Paula M., Ragna, Anja – Bára, Elsa Maria, Rannvá, Vivian – Kristina, Malene.
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Mariann, Tove, Malan, Sigrid, Olga, Liljan.
Venjari: Jón Harald.
Dómari: Magnus í Króki
(Kelda: www.ki.fo)




