Tað bleiv avgjørt í dysti ímóti B36 í kvøld í Gundadali. KÍ byrjaði betur og kom á odda 2-0 í hálvleikinum. Í byrjanini av seinna hálvleiki kom B36 betur við og skoraði í 54. minutti til støðuna 2-1. Men síðani tók KÍ yvir og endaliga støðan gjørdist 5-1 til KÍ kvinnurnar, sum sostatt hava tryggja sær luttøku í steypafinaluni 2023, tí hetta var seinna hálvfinalan, sum KÍ samanlagt vann við 10 málum ímóti einum.
Málini skutu: Tóra Mohr 1, Rebekka F. Benbakoura 3, Liljan S. Jacobsen 1, Eyðvør Klakstein 1.
Til samans hava KÍ kvinnur vunnið 16 finalur higartil, HB 6, B36 6, EBS/Skála 2, Skála 1, AB 1 og NSÍ hevur vunnið eina










































































