Vit skulu 4 ár aftur í tíðina fyri at finna seinasta tapiðhjá KÍ kvinnum í heimligu kappingunum.
Tað var 4. Juli í steypafinaluni í 2009, at KÍ kvinnurnar seinasttaptu ein dyst. Tá vann AB 2-1. Síðani hevur liðið leikt 84 dystir í lands- ogsteypakappingini uttan at hava tapt nakran dyst. Heldur ikki sterka EBS/Skála liðið megnaði at vinna móti KÍ í kvøld. Tó var bara eitt mál á muni og tí kann væntast, at KÍ fer at fáa harða mótstøðu seinni í ár frá m.a. EB/Streymi.




