Tað mundi vera fáur, ið hugsaði at KÍ kvinnurnar ikki skuldu basa HB í dag, men tað gjørdu tær ikki. HB leikti ein góðan dyst. Tað var HB sum kom á odda fyrst. Men seinni javnaði Rannvá Andreasen.
Um leikgongdina kann stutt sigast, at tað tó var KÍ, sum hevði mesta spælið. Men í seinna hálvleiki gekk kanska meira javnt á. Spælið hjá KÍ hekk sera illa saman og helst er ein orsøk at finna í teim trimum europa Cup dystunum, tær júst hava luttikið í.




