KÍ-kvinnurnar skulu til Portugal at leika Champions League.
KÍ-kvinnurnar, ið eru einasta lið í Evropa, ið hevur luttikið í øllum Champions League kappingunum, síðani tað byrjaði í 2001, skulu í ár til Portugal at leika. Tær eru komnar í bólk 2 saman við FC Zürich Frauen úr Sveits, Clube Atlético Ouriense úr Portugal og WFC Ekonomist úr Montenegro.




