Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ kvinnurnar smurdu B36 av

Oliver Joensen

Tey mundu vera mong, ið væntaðu at 1. deild kvinnur hjá KÍ nú fóru at møta mótstøðu, tá annað høvuðsstaðarliðið B36 kom á vitjan, men so var ikki.

B36 kvinnurnar blivu sendar aftur til Havnar við einum lemjandi ósigri. Dysturin endaði við einum 10-0 sigri til KÍ, og sigast má, at sigurin var ikki eitt mál ov stórur. B36 kann bert takka sínum málmanni fyri, at ósigurin ikki bleiv enn størri.
Fyrri hálvleikur endaði við 4-0 til KÍ og endaliga støðan varð sum sagt 10-0 til KÍ.