Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ kvinnurnar steypavinnarar 2013

Jákup Ósá

KÍ kvinnurnar livdu upp til favoritt leiklutin og vunnu tryggan 5-1 sigur í steypafinaluni hjá kvinnum í dag.

ÍF byrjaði annars væl og fyrsta hálva tíman var als eingin munur á liðunum, har ÍF hevði størsta møguleikan. Men KÍ kom á odda beint áðrenn hálvleik, tá gott innlegg frá Eyðvør Klakstein kom inn til Rannvá B. Andreasen, ið skoraði til 1-0. Løtu seinni var aftur mál, tá Annika R. Petersen skoraði eftir hornasparksinnlegg. Hálvleiksstøðan var 2-0 til KÍ.

Beint eftir hálvleik økti KÍ, tá Rannvá B. Andreasen aftur var á plettinum og so var dysturin í veruleikanum avgjørdur. Løtu seinni var 4-0, tá Malena Josephsen skoraði eftir hornasparks innlegg. ÍF fekk minkað um munin, tá Kristina Obradovic minkaði um munin. Seinasta málið í dystinum fekk KÍ, tá føroya besti kvinnuligi leikari nakrantíð staðfesti KÍ sigurin 2013 og samstundis fekk Rannvá B. Andreasen hattrick.

Sostatt vann KÍ sum øll væntaðu og hóast nakað av spenningi var í fyrsta hálva tíman, so bleiv talan um tryggan KÍ sigur, tá samanum kom. 

Nógvar myndir frá dagsins KÍ steypasigri á 109 ára føðingardegnum hjá felagnum koma seinni í kvøld.