Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ kvinnurnar taptu 1-2 ímóti Vllaznia

Oliver Joensen

Malena Josephsen fær sítt annað gula kort og harvið reytt og verður send av vølli í 90. minutti. Hetta er heilt víst ein smeitur fyri KÍ kvinnurnar í hesi kappingini. Eisini er tað helst eitt vónbrot at tær ikki kláraðu ein javnleika ímóti Vllaznia, tí tær høvdu rokna við at hava ein møguleika, júst ímóti hesum liðinu.

*

85 minuttir leiktir,  KÍ kvinnurnar hava gjørt tvær útskiftingar fyrst  kom Hervør inn fyri Anniku og seinni kom Sigrun inn fyri Lailu.

*

73. minuttir leiktir. Sum skilst, so gongur javnt á, KÍ kvinnurnar høvdu ein góðan møguleika í 71. Minutti.

*

Í 55. minutti gjørdi Malena eitt fríspark, sum kostaði henni eitt gult kort.

*

Vllaznia skoraði eftir at bert 3 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki í Lithava ímillum KÍ og lokala liðið Vllaznia.

*

Dómarin hevur júst floytað til hálvleiks, støðan er framvegis 1-1, sum skilst, so hevði Rannvá Andreasen ein gyltan møguleika í 41 minutti.

Tað nærkast hálvleiki í Lithava, KÍ kvinnurnar leika ímóti lokala felagnum Vllaznia. Nú 41 minuttir eru leiktir, er støðan 1-1. Tað var annars KÍ sum fyrst fekk mál, Eivør Klakstein sett bóltin í netið til 1-0 í 31. minutti. Vllaznia javnaði í 39. minutti.

Harleyfacadeacryl