Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ kvinnurnar taptu toppdystin

Txt: Jákup Ósá. Myndir: Oliver

EB/Streymur/Skála vann toppdystin mótiKÍ. Sostatt liggja liðini nú jøvn, har tey hava tapt ein dyst ípart.

Skála legði seg á odda 2-0 viðmálum frá Heidi Sevdal. Innskifta Hervør Olsen fekk minkað ummunin til 2-1. KÍ royndi at trýsta fyri at fáa útjavnandi málið,men heimaliðið hevði eina góða verju. Móti endanum av dystinumfekk EB/Streymur/Skála tvey mál afturat so at endaliga støðangjørdist 4-1 til heimaliðið.

Tað merkir, at EB/Streymur/Skála erfarið framum KÍ á stigatalvuni. Men KÍ hevur leikt ein dyst færriog kann við sigri í tí dystinum taka oddasessin aftur, tí táhevur KÍ betri málmun.