Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ kvinnurnar taptu

Jákup Ósá

Fyri fyrstu ferð síðani 2009 taptu kvinnurnar hjá KÍ eindyst, tá EBS/Skála vann 2-0 við Margáir í dag.

 

EBS/Skála hevur eitt sterkt lið í ár og hevði frammanundandystinum einans tapt í Klaksvík. Men í steypakappingini hósdagin vann KÍ 4-0 ífyrru hálvfinaluni, so KÍ var favorittur í dag. Men eftir 0-0 í hálvleikinum,so skoraði EBS/Skála tvey mál í seinna hálvleiki og vann 2-0. Sostatt liggja KÍog EBS/Skála nú jøvn í toppinum við 18 stigum í part.

 

Um vit hava talt rætt, so var hetta fyrsta tapið hjá KÍ ílands- og steypakappingum í 86 dystum.