Fyrra hálvfinaluna í steypakappingini hjá kvinnunum bleiv leikt ídag á Djúpumýru, og KÍ kvinnurnar tryggjaðu sær eina góða leiðslu til seinna dystin í Gøtu.
Tað var ikki nakar "walk over" dystur hjá KÍ kvinnunum ídag. Víkingakvinnurnar góvu KÍ kvinnunum verduga mótstøðu á Djúpumýru ídag og hóast KÍ hevði fleiri møguleikar enn teir sum góvu mál, so hevði Víkingur kunna skorað minst tvær ferðir, um ikki Randi Wardum stóð so stinn í KÍ málinum.
Men takast skal við, at trystið var størri á Víkingamálið.
Tað var Tove Sólheyg, sum skoraði fyrra málið í fyrra hálvleiki, ímeðan Rannvá Andreassen skoraði tað seinna í seinna hálvleiki.




