Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ kvinnurnar vunnu 2-1 á B36

Oliver Joensen

Dysturin í fremstu kvinnudeildini í Klaksvík ídag, endaði við einum teprum 2-1 sigri til KÍ. B36 kvinnurnar leiktu ein góðan dyst og KÍ fekk harða mótstøðu.

Tað var spenningur undan dystinum ídag tá KÍ kvinnurnar skuldu møta B36. KÍ kom betur frá byrjan og tá bert fáir minuttir vórðu leiktir, legði Malena Josephsen KÍ framum við einum máli. Síðani gekk javnt á og B36 hevði fleiri møguleikar og trýstið hjá teimum endaði við einum útjavnandi máli.
Tað tóktist sum um Kí kvinnurnar høvdu stórar trupulleikar av kviku alopsleikarunum hjá B36 og tað eydnaðist heldur ongantíð KÍ at fáa spælið at ganga flótandi fram eftir vøllinum. Hetta gjørdi at fleiri leysir málmøguleikar komu sum burturúr ongum, men striltið gekst at fáa bóltin í netið.
Í allarseinastu minuttunum eydnaðist tað aftur Malenu Josephsen at seta bóltin í netið til 2-1 og tá fór mótið líka sum av B36.
KÍ liggur nú fremst í kappingini nú kappingin er hálvrunnin og farið verður í summarfrí. Tað vil siga at landskappingin fer í summarfrí, tí KÍ hevur nógv at hugsa um, nú tær skulu til Póllands at leika í Europa Cup seinast í juli mánaða.