Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ kvinnurnar vunnu 3-1 á EB/Streymur/Skála

Oliver Joensen

 Á Djúpumýru í dag, vunnu KÍ kvinnurnar 3-1 á EB/Streymur/Skála. Sum væntað gjørdist dysturin sera spennandi, tó tóktust KÍ kvinnurnar at hava tamarhald á dystinum stóran part av tíðini. Seint í seinna hálvleiki kastaðu gestirnir alt fram, í vón um at fáa mál, men tað gav at enda mál í hinum endanum, tá Evi á Lakjuni við einum einmansavrikið fór ígjøgnum verjuna og at endaði fintaði málmannin av og setti bóltin trygt í netið.

Hini bæði málini skjeyt Malena Josephsen við brotssparki. 

Tað vóru tó gestirnir sum fyrst komu á odda, og tað var støðan langt inn í dystin, tí var spenningurin sera stórur, og vit áskoðarar fingu gott undirhald frá báðum liðunum, sum spældu ein fínan dyst.