KÍ vann ein tryggan sigur á felagsliðnum ÍF/Víkingi og nú er lagt upp til topp brak komandi umfar, tá EB/Streymur/Skála og KÍ møtast.
KÍ vann 4-0 við málum frá Mariu K. Thomsen, Rannvá B. Andreasen(2) og Malenu Josephsen. EB/Streymur/Skála vann eisini sín dyst og tí eru hesi bæði liðini longu greitt á odda í deildini við fullum stigatali. Tey møtast eisini komandi sunnudag í veruligum toppdysti.




