Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

KÍ kvinnurnar vunnu 8-0 á TB/FCS/Royn

Tekst og myndir: Oliver Joensen

Kvinnudysturin varð leiktur á Djúpumýru í dag. KÍ kvinnurnar stýrdu dystinum báðar hálvleikirnar og tað var ikki títt at okkara málmaður helt á bóltinum. Hinvegin hevði TB/FCS/Royn málmaðurin út at gerða og sigast má at hon kom sera væl frá stóra trýstinum frá KÍ.

Sum sæst á seinastu myndini niðanfyri, so leiktu tvíburðarnir Rannvá og Ragna báðar við í dag og umframt var dóttir Ragnu, Jórun Patawary eisini við á liðnum í dag.

Málini skutu: Rebekka 5, Eyðvør 2 og Sanna 1.

Støðan í deildini er nú fyri fremstu liðini: KÍ 48 stig fyri 16 dystir, NSÍ 32 stig fyri 15 dystir, HB 28 stig fyri 14 dystir, B36 24 stig fyri 14 dystir.