Útsetti dysturin ímillum kvinnurnar hjá KÍ og GÍ varð leiktur á Djúpumýru í kvøld og GÍ kvinnurnar vórðu sendar um fjørðin aftur við knúsandi tapi.
KÍ kvinnurnar løgdu seg beinanvegin á odda í dystinum. Tá 10 minuttir vórðu leiktir, var støðan 3-0 til KÍ. Hálvleiksstøðan gjørdist 6-0.
Í seinna hálvleiki helt KÍ framá at skora og endaliga úrslitið gjørdist 9-0 til KÍ.
Hetta var góð venjing uppundir dystin leygardagin, tá KÍ kvinnurnar skulu leika sín seinasta dyst í ár á Djúpumýru og hann verður ímóti B36, sum vit væntaðu okkum nógv av í byrjanini av kappingini, men sum í seinastuni ikki hevur havt serliga góð úrslit.
Men B36 fer helst at spæla fyri æruni, og tí kunnu vit vænta at KÍ kvinnurnar fara at fáa harða mótstøðu og tí verður hetta helst ein sera spennandi dystur fyri okkum áskoðarar.




