Tað var annars einki sum bendi á ein stórsigur, tá 40minuttir vóru farnir av dagsins dysti. Tí KÍ skoraði ikki til 2-0 fyrr enn 43minuttir vóru farnir. Í seinna hálvleiki bleiv málveitsla hjáføroyameistarunum. Endaliga úrslitið gjørdist 9-1. Maria K. Thomsen skoraði 3mál, Rannvá B. Andreasen 2, Sofía Purkús 2 og Malena Josephsen og Ása KleinOlsen skoraði 1.
KÍ liggur á odda í landskappingini við fullum stigatali.




