Fyri løtu síðani var dystur leiktur á Djúpumýru ímillum KÍ kvinnurnar og TB/FCS/Royn. Suðuroyuarliðið var sent avstað við einum stórtapi. Úrslitið gjørdist 14-0 til KÍ kvinnurnar. Annars mugu vit taka hattin av fyri ítróttarandanum hjá suðuroyarkvinnunum, nú tær arbeiða seg inn í deildina og trúliga møta upp til hvønn dyst, hóast tapini eru stór.
KÍ kvinnurnar høvdu stóra yvirvág í øllum dystinum, tað vísir úrslitið eisini.
Málini gjørdu: Rannvá Biskopstø Andreasen 4, Tóra Mohr 3, Durita Hummerland 3, Eyðvør Klakkstein 1, Jancy Mohr 1, Sanna Svarvadal 1 og Jórun N. Patawary 1.


















































