Hóast KÍ. kvinnurnar at kalla vóru meistarar áðrenn dystin ímóti EB/Streymi/Skála í dag, so var í Klaksvík við spenningi sæð fram til dysti, tí júst EB/Streymur/Skála hevur givið KÍ kvinnunum harðastu mótstøðuna í ár. Orsakað av at EB/Streymur/Skála stóran part av kappingarárinum hevði leikt fleiri dystir enn KÍ kvinnurnar, so hevur høvuðsstaðarpressan roynt at gjørt KÍ til liðið, sum haltaði aftaná EB/Streymi/Skála, kanska fyri at selja bløð og áhuga í høvusstaðnum. Í veruleikanum hava liðini ligið jøvn í stigum størsta partin av kappingarárinum, imeðan málmunurin hevur gjørt at KÍ kvinnurnar áttu munin.
Til í dag hava innanhýsis dystirnir ímillum hesi bæði sterkastu kvinnuliðini í Føroyum verið sera javnir, vit hava sæð javnleikir og dystir við einum máli á muni. Men í dag var annarleiðis. Hóast EB/Streymur/Skála byrjaði væl og í løtum í fyrstu minuttunum trýsti KÍ kvinnurnar aftur á vølli. Men skjótt kom vend í og hálvleiksstøðan gjørdist 3-0 til KÍ.
Í seinna hálvleiki hildu KÍ kvinnurnar áfram har tær sleptu í fyrra, og vit sóu vakurt flótandi fótbóltsspæl, har sendingarnar rukku málunum og vit fingu nógvar vandamiklar støður. Hetta gav eisini úrslit, tí dysturin endaði við einum sera tryggum 6-0 sigri á EB/Streymi/Skála.
Málini skoraðu: Rannvá trý, Maria tvey og Ása eitt.
Norðlýsið ynskir KÍ kvinnunum hjartaliga tillukku við sigrinum – tit eru ótrúligar!!!




