Sigast má, at tað var eitt sindur skuffandi at KÍ skuldi fáa so lítla mótstøðu frá GÍ-kvinnunum, sum tilfellið var á Djúpumýrum ídag.
Tað var eitt sera vælupplagt KÍ kvinnulið sum kom á vøllin ídag og nærum allan fyrra hálvleik og undantikið eitt stutt skiftið í seinna hálvleiki, var GÍ undir trysti.
KÍ-kvinnurnar royndu at spæla bóltin fram eftir vøllinum, ímeðan GÍ fyri størsta partin royndi seg við langbóltum fram til áloypararnar og hetta gav eitt sindur rótugt spæl. Men verjan hjá KÍ stóð stinn, so Hanna hjá GÍ, ið er vandamikil áloypari fekk lítið burturúr longu bóltunum.
KÍ kvinnurnar vunnu dystin sum sagt, við fýra málum ímóti ongum. Sigrid Jacobsen Skoraði tvey mál, Malena Josephsen setti eitt brotsspark í netið og Elsa Maria Simonsen, ið hevur drigist við ein skaða, men sum var sett inn teir seinastu minuttirnar, skoraði tað seinasta málið.




