Dysturin ídag á Djúpumýru ímillum fremsta kvinnuliðið hjá KÍ og AB gjørdist ongantíð spennandi, hartil var styrkismunurin ov stórur.
Tað var eitt heilt annað KÍ lið vit sóu leika ídag, samanborið við dystin á Mølini á Eiði. KÍ liðið var meira skipað og nógv meira bit var í álopunum.
Fyrri hálvleikur endaði við einum 2-0 sigri til KÍ, ímeðan KÍ fekk 5 mál afturat í seinna hálvleiki ímeðan AB onki fekk, sostatt gjørdist endaliga úrslitið 7-0 til KÍ.




