Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

KÍ kvinnurnar vunnu trygt í Gøtu í dag

Tekst og myndir: Oliver

Ein tryggan 5-1 sigur høvdu KÍ kvinnurnar við sær aftur til Klaksvíkar í dag, tá tær høvdu leikt dyst ímóti ÍF/víkingi í Serpugerði í dag.

Um dystin kann sigast, at ÍF/Víkingur byrjaði við at trýsta KÍ liðið aftur á vøllin, men ÍF/Víkingur fingu einki burturúr trýstinum. Við skjótum mótálopum fekk KÍ skjótt trý mál og hálvleiksstøðan gjørdist tí 3-1 tá ÍF/Víkingur kvinnurnar fingu eitt sera gott mál eftir innlegg og headara. 

Men meira fekk ÍF/Víkingur ikki burturúr, tí í seinna hálvleiki var søgan mest sum hin sama, upp undir endan byrjaði møðin at vísa seg hjá heimaliðnum og KÍ kundi koyra ein tryggan 5-1 sigur í hús. 

Sanna Svarvadal skoraði tvey mál, Ranvá Andreasen eitt, eitt sjálvmál og so Eyðvør Klakkstein eitt upp á brotsspark.

Sigurin hjá KÍ kundi væl verið størri.