Nú eru tveir nýggir bólkar latnir upp til KÍ viðhaldsfólkini.
Nú eru tveir nýggir bólkar latnir upp til KÍ viðhaldsfólkini.
Áhugin fyri steypafinaluni er stórur. Helst størri enn í nógv ár, um vit hyggja eftir søluni higartil, nú ein góður mánaði er til dysturin er. Í kvøld vóru 2107 atgongumerkir seld. Á langsíðuni hjá KÍ – sum tekur 1289 fólk – er nú útselt, og tí eru tveir nýggir bólkar latnir upp til KÍ viðhaldsfólk, sum eru aftanfyri málið beint við langsíðuna hjá KÍ, har Skansin plagar at halda til, tá føroyska landsliðið spælir. Er áhugin í Norðoyggjum stórur, so er hann ikki minni í Eystur Kommunu, sum í prosentparti av íbúgvum hevur keypt áleið eins nógv atgongumerkir sum KÍ.
Áskoðaratal sambært FaroeSoccer til finalurnar undanfarnu ár:
2015: NSÍ-Víkingur 0-3 3367 áskoðarar
2014: HB-Víkingur 0-1 2870 áskoðarar
2013: EB/Streymur-Víkingur 0-22884 áskoðarar
2012: EB/Streymur-Víkingur 3-32579 áskoðarar
2011: ÍF-EB/Streymur 0-3 2278 áskoðarar
2010: EB/Streymur-ÍF 1-0 2544 áskoðarar
Steypafinalan verður spæld 27. august og atgongumerkir kunnu keypast HER




