Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ-leikararnir byrja á bonkinum

Jákup Ósá

Tað tykist nú greitt, hvørjir byrja inni móti Spania fríggjakvøldið.

Sambært in.fo, so benda venjingarnar á, at allir fýra KÍ leikararnir á A-landsliðnum, Kristian Joensen, Jákup B. Andreasen, Jóannes Bjartalíð og Patrik Johannesen, byrja á bonkinum móti Spania. Hjá Jákupi var tað heilt vist, tí hann spælir U21-landsdyst í dag. Hjá hinum hevur verið meir spenningur um, men tað er ikki heilt óvæntað, at allir byrja uttanfyri. Hóast Patrik kom við uppá avboð, so er hann einasti álopsleikarin á bonkinum, so ikki er óhugsandi at hann fær møguleikan seinni í dystinum og kanska frá byrjan í seinna dystinum, sum er móti Noregi tríggjar dagar seinni, tá tað helst vera fleiri broytingar, tí so tætt er millum dystirnar.

 

Uppstillingin sambært in.fo verður mest sannlíkt hendan:

Føroyar (4-2-3-1): Teitur M. Gestsson – Gilli Rólantsson, Odmar Færø, Atli Gregersen, Viljormur Davidsen – Brandur Hendriksson, Heini Vatnsdal – Sølvi Vatnhamar, Hallur Hansson, Árni Frederiksberg – Klæmint A. Olsen