KÍ hevur umboð á serbiska kvinnulandsliðnum, sum seinni í hesum mánaðinum skal spæla móti Belgia og Bosnia Hersegovina.
Talan er sjálvsagt um málverjan Anu Ivanov. Hon var eisini úttikin í fjør, so hetta er ikki nakað nýtt fyri hana. Serbia skal spæla á heimavølli móti Belgia og á útivølli móti Bosnia Hersegovina. Dystirnir vera leiktir 15. og 20. september.




