Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ liðið er sett til fyrsta dystin

Jákup Ósá

KÍ kvinnurnar hava havt sína seinastu venjing í Litava.

Lagið er gott í KÍ hópinum, frætta vit úr Litava. KÍ kvinnurnar hava verið til teirra seinastu venjing í eftirmiddag, og sær tað út til at allar eru klárar til í morgin, tá dysturin móti KS Vllaznia úr Albania skal leikast. Tær sum koma at byrja inni í morgin eru: Í málinum Randi Wardum, verjuleikara Katrina Akursmørk, Malena Josephsen, Bára S. Klakstein og Sigrid Jacobsen. Miðspælara verða Eyðvør Klakstein, Annika Petersen, Olga Kristina Hansen, Maria K. Thomsen, Laila Pætursdóttir og í álopinum verður Rannvá B. Andreasen. 

Dysturin byrjar kl. 16:00 lokala tíð. Væntandi vera 26-27 hitastig, tá dysturin verður leiktur. 


Myndirnar tók Símun Akursmørk til seinastu venjingina í dag.