Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ-liðið var nógv broytt

Jákup Ósá

KÍ brúkti eina alternativa uppstilling móti HB mikukvøldið.

Dysturin mikukvøldið millum HB og KÍ endaði við 1-1 javnleiki. Talan var um javnan dyst, so úrslitið var helst í tráð við leikgongdina.

KÍ-liðið var nógv broytt til hendan dystin. Fleiri leikarar spældu á púra óvandum plássum. Deni Pavlovic byrjaði á høgra bakki, har hann ikki hevur spælt áður í KÍ, meðan Jóannes K. Danielsen spældi á verjukenda miðvøllinum, har hann ongantíð áður hevur leikt. Simen Sandmæl spældi sum hangandi álopsleikari, men tað hevur hann gjørt onkrar løtur í øðrum dystum.

Um hetta eydnaðist væl ella um ‘’vanliga’’ KÍ-liðið hevði fingið eitt betri úrslit fáa vit ongantíð svar uppá. Greitt er í øllum førum, at avgerðin í hálvfinaluni fellir í Klaksvík mikukvøldið 22. mai.