Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ liðskiparin við frá byrjan

Jákup Ósá

Kanska besti leikarin í Effodeildini fyrstu tvey umførini eraftur í liðuppstillingini á landsliðinum, verður sagt úr Wien.

 

Dimmalætting, ið er við á landsferðini í Eysturríki, skrivarí kvøld á síni heimasíðu, at Daniel Udsen ikki fær spælt fríggjakvøldið og atKÍ liðskiparin Hjalgrím Elttør loysir hann av. Tað bendi venjingin í kvøld á.Hjalgrím hevur verið kanska besti leikarin í Effodeildini fyrstu tvey umførinií ár við tveimum málum og trimum uppleggum.

 

Sostatt verður uppstillingin fríggjakvøldið móti Eysturríkihendan: Gunnar Nielsen – Jónas Tór Næs, Rógvi Baldvonsson, Odmar Færø, PólJóhannus Justinussen – Símun Samuelsen, Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson,Hjalgrím Elttør – Christian L. Holst, Jóan Símun Edmundsson.

 

Meðan Gunnar Nielsen framvegis einki felag hevur, so tykisteingin ivi vera um, at hann er besti málverjin hjá føroyingum í løtuni. Annarsverður spennandi at síggja, hvussu Jóan Símun Edmundsson er fyri. Tí síðanihann fór úr B68 í 2010 hevur hann bara skorað eitt skrásett mál, ið var fyriGateshead í 5.bestu deildini í Onglandi í einum 6-0 sigri.