Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ-málverjin hevur drigist við ryggtrupulleikar: Skaðin er batnaður somikið at Meinhard so smátt venur aftur

(
John Færø)

Maðurin, sum seinastu tvey árini hevur staðið í málinum fyri 1. deild hjá KÍ, sæst nú aftur í Djúpumýru saman við hinum í hópinum, men hóast hann er batnaður í rygginum, kann Meinhard Joensen framvegis ikki venja saman við hinum.

– Eg havi fingið at vita, at eg kann venja varliga men ikki út um tað, sum ryggurin loyvir, sigur Meinhard Joensen, sum mánakvøldið aftur var at síggja í Djúpumýru, tá 1. deildarhópurin hjá KÍ vandi.

Meinhard hevur í seinastuni drigist við pínu í rygginum, sum higartil hevur hildið honum burturi frá fótbólti.

Hann hevur søkt sær hjálp frá serkønum, og hóast tað enn tykist vera langt á mál, so er hann nú batnaður somikið, at hann aftur er byrjaður síggjast á vølli.

Frammanundan venur Karstin Joensen við fullari megi við KÍ, so gongur tað eftir vild hjá Meinhardi, verða teir kanska skjótt tveir málmenn í 1. deildarhópinum.