Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ-málverjin meinslaði knæið

John William Joensen

Landsliðsmálverjin, sum virkar sum hjálparvenjari í KÍ, var so óheppin at meinslað liðbondini í knænum

 – Eg havi verið hjá læknað og fingið staðfest at tala er um ein skaða sum ikki so nógv er at gera við. Eg havi fingið boð um ikki at overvað knæið í einar tríggjar vikur.
Skaðin hjá Jákupi kemur ikki so væl við hjá KÍ, sum beint undan jólum noyddist at lata Karstin Joensen fara til ÍF.
Undir venjing hevur unglingamálverjin Rói Egholm og ein normaður verið í málinum umframt landsliðsmálverjan. Men unglingamálverjin skal skurðviðgerast fyri ein skaða og hóast Meinhard Joensen er heima so skal hann eisini leggjast undir skurð seinri í ár.