(Dystarfrásøgn) KÍ kom frá 0-1 til2-1, men megnaði ikki at binda fyri, og so endaði dysturin viðjavnleiki 2-2 í tí klárt mest undirhaldandi dystinum í ár, harKÍ hevur verið annað liðið.
Bæði liðini spældu í eini 4-4-1-1líknandi uppstilling. Hjá NSÍ var Bárður J. Hansen frammi ákantinum, meðan Jákup B. Andreasen byrjaði sum høgri vongur hjáKÍ. Annars var einki óvæntað val í uppstillingunum.
NSÍ uppiborna hálvleiksleiðslu
KÍ hevði bóltin í málinum longu í8. minutti, men málið bleiv kolldømt fyri rangstøðu. NSÍ kom áodda 1-0 uppá teirra fyrstu veruliga roynd. Árni Frederiksbergsendi fríspark innfyri og bólturin endaði í málinum. NSÍ kundiøkt tvær ferðir áðrenn hálvleik. Innlegg frá Tobias Olesenendaði tilvildarliga á yvirleggjaranum, meðan Bárður J. Hansenskeyt beint á Kristian Joensen, tá hann fekk kanska størstamøguleikan í fyrra hálvleiki. Beint áðrenn hálvleiki skallaðiHjalgrím Elttør innlegg frá Páll A. Klettskarð á yvirleggjaran.1-0 var hálvleiksstøðan til NSÍ og tað var uppiborið, at NSÍvar á odda, hóast KÍ okkurt tíðarskeið var væl við og høvduokkurt gott álop, har bara tað síðsta manglaði.
KÍ fekk skapt møguleikar í seinnahálvleiki
Í seinna hálvleiki skuldu vit síggjatað besta álopsspælið frá KÍ higartil í ár, serliga hvat mál møguleikum og góðum støðum viðvíkur. Fyrsta korteriðvar javnt og rótut við onkrum hálvum møguleikum báðar vegir.Men seinasta hálva tíman setti KÍ seg á dystin og fekk spælt segfram til nógvar góðar støður. M.a. skeyt Semir Hadzibulic gott langskot á yvirleggjaran. Í 69. minutti javnaði JóannesBjartalíð eftir brotsspark, har hond var á hjá NSÍ leikara.Innskifti Albert Adu gjørdi eitt sítt til, at KÍ fekk skapt meirog var ein støðug hóttan, hóast hann ongantíð kom til tannheilt stóra møguleikan. Hóast KÍ sat á tí mesta, so var NSÍikki óvandamikið og serliga eftir deyðbóltstøðunum var vandi áferð. Í 85. minutti fekk KÍ lagt seg á odda, tá innlegg fráHjalgrím Elttør fann Páll A. Klettskarð, sum sendi bláuheimafjøldina uppfrá. Men KÍ kláraði ikki at binda fyri, tá teytrý stigini vóru komin í sekkin. NSÍ fekk hornaspark bara einminutt seinni, og so var vandi á ferð. KÍ fekk ikki ruddað bóltinburtur og so kundi Karl Løkin leggja innfyri. Kristian Joensen sáút til at fáa fatur á innlegginum, men onkursvegna misti hanntamarhaldið á bóltinum og so kundi Klæmint A. Olsen javnað til2-2 og so kókaði millum áskoðararnar hjá NSÍ. Summi vildu havafríspark til KÍ málverjan í støðuni, men tað mugu upptøkurnarvísa, hvat var rætt. Í øllum førum kunnu vit staðfesta, at KÍmálverjin hevði ein óhepnan leiklut í báðum málunum hjá NSÍ.Tað broytir so ikki uppá úrslitið, ið var 2-2. Seinastu løtunakundi Páll A. Klettskarð havt skorað til 3-2, men í seinastu løtufekk ein NSÍ leikari vart fyri royndini.
Rættvíst úrslit
Hyggja vit yvir allar 90 minuttirnar,so var 2-2 úrslitið kanska tað mest rættvísa. NSÍ átti munin ífyrra hálvleiki og KÍ átti munin í seinna hálvleiki.Undirhaldsvirðið, málmøguleikar og mál fingu mongu áskoðararnirí ríkiligt mát og í undirhaldsvirði var hetta heilt greitt bestiKÍ dysturin higartil í ár. Men verjuspælið hjá KÍ var ikkieins sannførandi sum fyrr í hesum kappingarárinum, tí NSÍ hevðiumframt bæði málini fleiri aðrar støður, sum tað sama kundugivið mál. Sostatt var niðurstøðan, at hjá KÍ var stórframgongd í álopskenda spælinum, meðan afturgongd var íverjuspælinum, har NSÍ kanska eisini staðfesti, hví NSÍ ermillum liðini við vandamiklasta álopsspælinum seinnu árini ogmest sannlíkt aftur í ár. Bæði málini hjá NSÍ komu eftirdeyðbóltsstøður og einu ferðina bjargaði KÍ leikari á strikuni. Tað plagar ikki at eyðkenna KÍ at latafleiri slík inn í sama dysti. Eftir 4 umfør hanga bæði liðiniaftanfyri Víking. KÍ er 4 stig aftanfyri og NSÍ er heili 7 stigaftanfyri verandi meistararnar. Komandi umfar hava bæði liðiniaftur stórdyst á skránni. NSÍ fær vitjan av HB, meðan KÍ skalvitja oddaliðið Víking.




