Eftir at VB sunnudagin vann 3-0 á AB, er greitt, at KÍ má vinna báðar teir írestandi dystirnar í bólkaspælinum, um liðið skal hava møguleikan at blíva nr. 2 í bólkinum og tá er tað heldur ikki vist, kortini.
Sunnudagin leiktu VB og AB suðuri í Vági, har úrslitið gjørdist ein 3-0 sigur til heimaliðið.
Eftir hetta er støðan í bólkinum henda:
EB/Streymur 10 stig
VB 8 stig
KÍ 4 stig
AB 0 stig
Tveir sigrar kunnu
enntá verða ov lítið.
Við hesum er greitt, at KÍ teir báðar dystirnar, sum eftir eru í bólkaspælinum, um teir skulu hava møguleikan at koma víðari í kappingini.
Tann fyrri av hesum dystum er ímóti VB nú hósdagin, Skírishósdag, tá vágbingar koma norður at spæla í Klaksvík. Hesin dysturin er altavgerandi fyri KÍ, sum ikki longur sjálvt kann gera av, hvar teir enda í bólkinum.
Enntá um KÍ bæði vinnur á VB og á AB, so kann VB framvegis enda oman fyri KÍ á stigatalvuni, um teir vinna á EB/Streymi á heimavølli.
KÍ kann nú einans náa 10 stigum samanlagt og kann tí framvegis enda á 3. plássi, sjálvt við sigrum í báðum teimum komandi dystunum.
EB/Streymur kann
møguliga hjálpa KÍ.
Hinvegin kann KÍ eisini enda á 2. plássi og harvið kvalifisera seg beinleiðis til endaspælið í steypakappingini tvs. um EB/Streymur rættir teimum eina hjálpandi hond við at vinna teirra seinna dyst ímóti VB, sum verður suðuri í Vági.
Í so fall kvalifiserar KÍ seg sjálvsagt automatiskt til fjórðingsfinalurnar, sum fyri teirra viðkomandi tá helst verður á útivølli ímóti ímóti einum av liðunum á fyrstaplássi ella tí besta av teimum, sum enda næstovast í teirra bólki.
Enda teir hinvegin á 3. plássi, verður tað avgerandi, hvussu nógv stig teir fáa, og hvussu nógv hini bæði liðini á 3. plássi fáa.




